Fýra trolarar fara í bretskan sjógv

Fýra trolarar fara í bretskan sjógv
Trolararnir kunnu fiska tilsamans 750 tons og 500 tons av blálongu
Brestir er ein av trolarunum, sum sleppur í bretskan sjógv at fiska.
 
24.05.2022 - 11:54

Fýra trolarar hava fingið loyvi til at royna í bretskum sjógvi.

Teir eru Ametyst, Jaspis, Brestir og Steintór.

Teir hava felagskvotu, 750 tons av svartkalva og 500 tons av blálongu. 

 

11 línuskip

Tey 11 línuskipini, sum hava loyvi at fiska í bretskum sjógvi, hava egna kvotur.

Men tær kvoturnar eru lítlar, 19,05 tons av hýsu, 14,29 tons av longu og 1,43 tons av brosmu.

Tá roynt verður eftir hýsu, kunnu fýra skip fiska í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846