Hækka aldursmarkið fyri at keypa skotvápn í New York

Hækka aldursmarkið fyri at keypa skotvápn í New York
Lógin er aftursvar til seinastu skotálopini í New York og Texas
Skottilburðurin í á einum sklúla Uvalde í Texas herfyri kravdi tilsamans 21 mannalív. Av teimum vóru 19 skúlanæmingar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.06.2022 - 15:02

Amerikanski staturin, New York, hevur í nátt okkara tíð samtykt at hækka aldursmarkið fyri at keypa hálvautomatiskar byrsur, úr 18 upp í 21 ár.

Tað skrivar Bloomberg.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á tveimum skotálopum seinastu tíðina, og at amerikanski forsetin, Joe Biden, í  nátt hevur lagt trýst á Kongressina um at samtykkja nýggjar vápnalógir.

Guvernørurin í New York, Kathy Hochul, og politikarar í statinum siga, at nýggja lógin er aftursvar til seinastu skotálopini í Buffalo í New York og í Uvalde í Texas.

New York fer væntnadi eisini at samtykkja fleiri aðrar lógir, sum skulu minka um sannlíkindini fyri skotálopum. 

Lógin herðir møguleikan at keypa skotvápn og hernaðarútgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619