Óvanliga nógvur hiti elvir til skógareld í Spania

Óvanliga nógvur hiti elvir til skógareld í Spania
Seinastu dagarnar hevur hitin verður upp í 43 stig, og tað er óvanligt so tíðliga á sumri
500 hektarar av skógi liggja nú sum øska, og stúrt verður fyri, at eldurin kann oyðileggja upp í 20.000 hektarar av lendi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2022 - 14:45

Skógareldar herja í Spania. 

Hitabylgjan hevur seinastu dagarnar verið í landinum. Hitin hevur verið upp í 43 stig, og tað er óvanligt so tíðliga á sumri.

Størsti skógareldurin er nærindis Baldomar í Katalonia.

500 hektarar av skógi liggja nú sum øska, og stúrt verður fyri, at eldurin kann oyðileggja upp í 20.000 hektarar av lendi.

Mai mánaður í ár var tann heitasti í hesi øldini, og í grannalandinum Portugal tann heitasti síðani 1931.

Granskarar siga, at hitabylgjur sum hesar, gerast alsamt vanligari, so hvørt sum hitin á jørðini hækkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815