Limur í kanningarnevndini: Trump royndi at falsa valúrslitið

Limur í kanningarnevndini: Trump royndi at falsa valúrslitið
Kanningarnevndin fer at leggja fram prógv, sigur Adam Schiff, demokratiskur kongesslimur og limur í kanningarnevndini
Donald Trump var uppií, tá roynt var at falsa úrslitið av forsetavalinum í 2020, sigur ein limur í nevndini, sum kannar málið um álopið á kongressin 6. januar í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2022 - 13:24

Sjónvarpaðu avhoyringarnar í sambandi við kanningarnar av álopinum á Capitol Hill í Washington 6. januar í fjør, fara hesa vikuna at avdúka prógv fyri, at fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, var við í royndini at falsa valúrslitið á forsetavalinum í 2020.

Tað sigur ein limur í kanningarnevndini við amerikanska miðilin CNN.

Sambært Adam Schiff, sum er demokratiskur kongresslimur og limur í kanningarnevndini hjá Umboðmannatinginum, fer nevndin at leggja fram prógv um, at fyrrverandi forsetin var uppi í miseydnaðu royndini at falsa atkvøður hjá valfólki, so at Biden skuldi tapa forsetavalið.

Amerikanska løgmálaráðið kannar eisini spurningin um falsaðar atkvøður, sum viðhaldsfólk hjá Trump í statunum Arisona, Georgia, Michigan, New Mexico, Nevada, Pennsylvania og Wisconsin hava savnað inn.

Biden vann allar hesa statir, sigur CNN, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786