101 ára gamal dømdur fimm ára fongsul

101 ára gamal dømdur fimm ára fongsul
101 ára gamli Josef Schütz er dømdur fimm ára fongsul fyri at hava verið við til at drepa 3.518 fangar í Sachenhausen-fangaleguni undir seinna heimsbardaga.
101 ára gamli Josef Schutz noktar seg sekan.
 
28.06.2022 - 15:27

101 ára gamli Josef Schütz er dømdur í týskum dómstóli í dag, og hann er við hesum elsta fólk, sum nakrantíð er dømt fyri at hava hjálpt við nazistanna hópmorð av jødum.

Hann er ákærdur fyri at hava verið við til at drepa 3.518 fangar, meðan hann arbeiddi sum vaktarfólk í nasistisku fangaleguni Sachenhausen norðan fyri Berlin millum 1942 og 1945.

Sambært ákæruvaldinum, hevðu Schütz "við vitan og vilja" millum annað hjálpt til at avrætta sovjettiskar krígsfangar í 1942 og dripið fleiri onnur við at brúka eiturgassið Zyklon B.

Schütz noktaði seg sekan og sigur, at hann visti ikki um ræðuligu brotsverkini, sum vóru framd í fangaleguni, meðan hann arbeiddi har.

Meira enn 200.000 fólk, teirra millum jødar, roma-fólk, mótstøðufólk móti stjórnini og samkynd, vórðu send til Sachenhausen árini frá 1936 til 1945. 

Tíggjutúsundatals doyðu í fangaleguni. Fleiri vóru dripin, meðan fleiri doyðu av hørðum arbeiði, av hungri, av sjúku ella av royndum við heilivági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176
Hósdag 5. mars
Emma: Aldan
205188