Danmark tapt mál um feta-ost í ES-rættinum

Danmark tapt mál um feta-ost í ES-rættinum
Hægstirættur í ES hevur staðfest, at Danmark ikki kann lata lokal feløg brúka navnið á kenda grikska ostinum feta uttanfyri ES.
 
15.07.2022 - 11:44

Hægstirættur í ES hevur staðfest, at Danmark ikki kann lata donsk feløg brúka navnið á kenda grikska ostinum feta á ostum, sum verða útfluttir uttanfyri ES.

Grikkaland tvíheldur, at feta er partur av mentanararvinum, tí Grikkaland hevur framleitt ostin úr geitarmjólk í meira enn 6.000 ár. Tí kann bara ostur, sum er framleiddur í Grikkalandi ella Kýpros, eita feta. Og hesum tók dómari í hægsta rætti í ES undir við. 

- At Danmark ikki hevur steðgað nýtsluni av heitinum feta fyri ost, sum skal útflytast til onnur lond, merkir, at Danmark hevur mishildið sínar skyldur sambært ES-lóggávu, segði dómarin.

Danmark meinti hinvegin, at reglan einans var galdandi, tá ið útflutt var til lond í ES og ikki til lond uttanfyri ES, sum Danmark annars hevur gjørt. Ostarnir, sum vera seldar í Danmark og útfluttir til ES, eru millum annað kallaðir "Salat-ostur", meðan heitið verður skift um við eitt nú "Danskur feta-ostur" á ostum, sum verða útfluttir aðra staðni.  

Men eisini hesin útflutningurin skal nú steðga. 

Tað var í 2002, at feta gjørdist eitt vart heiti. Og síðani hevur heitið verið tilskilað ostar frá serstøkum økjum í Grikkalandi og Kýpros. Onnur dømi um slík vard heiti eru eitt nú sjampanja úr Champagne og parmaskinka úr Parma.

Grikkaland framleiðir meira enn 120.000 tons av feta um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858