Giktafelagið: Setið giktalækna Pero Soré aftur í starv

Giktafelagið: Setið giktalækna Pero Soré aftur í starv
Í juli boðaði leiðslan á Landssjúkrahúsinum Giktafelagnum frá, at Pero Soré, ið hevur virkað sum serlækni á giktaøkinum seinastu 14 árini, ikki longur er lækni
Pero Soré, sum hevur virkað sum serlækni á giktaøkinum í Føroyum seinastu 14 árini.
 
14.08.2022 - 14:38

Tann 26. juli í ár var Giktafelag Føroya á fundi við leiðsluna á landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Pero Soré, ið hevur virkað sum serlækni á giktaøkinum í Føroyum seinastu 14 árini, ikki longur er lækni.

Fríggjadagin 12. august sendi Giktafelag Føroya áheitan til Kaj Leo Holm, landsstýrismann í heilsumálum, um at seta Pero Soré aftur í starv.

Terji Beder, ið er formaður í Giktafelagnum, sigur, at tað kann hava stórar avleiðingar fyri giktaøkið í Føroyum, um ein sokallað stafettskipan verður sett í verk.

Sambært Giktafelagnum ynskir Pero Soré at taka sína uppsøgn aftur, soleiðis at hann aftur kann virka fyri tí føroyska giktaøkinum.

Hoyr samrøðu við Terja Beder í útvarpstíðindunum.

1543553

Sí áheitanarskrivið her: 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541