Hálvfinalur í kvøld

Hálvfinalur í kvøld
Verandi steypavinnararnir úr NSÍ vitja oddaliðið í landskappingini, KÍ, meðan EBS/Skála tekur ímóti HB í fyrru hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum
Vinnarar: NSÍ vann steypakappingina í fjør, men KÍ hevur ivaleyst aðrar ætlanir í ár
 
15.09.2022 - 16:32

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini við kvinnum spældar. 

NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, vitjar oddaliðið, KÍ, við Djúpumýrar í Klaksvík. 

Nógv bendir á, at talan verður um spennandi dyst. Liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og báðar ferðir endaði tað við javnleiki.

Í hinari hálvfinaluni hittast EBS/Skála og HB, sum liggja ávíkavist nummar trý og fýra í Betri-deildini. 

EBS/Skála var flúgvandi fyri summarsteðgin, men síðan hevur gingið av skriðuni. HB, hinvegin, hevur staðið seg væl í heyst, men tapti seinast, 3-0 í Sarpugerði fyri Víkingi.

Báðir dystirnir verða spældir klokkan 19.00, og seinnu hálvfinalurnar verða leygardagin 1. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985