Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkent føroyskt undirsjóvar-vodka

Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkent føroyskt undirsjóvar-vodka
Vodkað hjá Faer Isles Distillery, sum er gjørt úr feskum vatni úr Sandoyartunnlinum, kann nú seljast
Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við feskum vatni, ið varð funnið undir Heystfirði, tá ið Sandoyartunnilin varð boraður
Mynd: Faer Isles Distillery  
 
05.10.2022 - 07:00

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur nú strikað sølubannið á serliga føroyska vodkanum hjá Faer Isles Distillery, sum er gjørt úr feskum vatni úr Sandoyartunlinum. 

Hetta boðar Faer Isles Distillery frá í tíðindaskrivi. 

North Atlantic Subsea Vodka, sum longu hevur vunnið gullheiðursmerki fyri sína dygd, skuldi koma á marknaðin herfyri, men varð tá afturhildið av Heilsufrøðiligu Starvstovuni. 

Orsøkin var, at feska vatnið úr Sandoyartunlinum ikki kom frá løggildum tappistaði, og vøran kundi tí ikki seljast.

 

Vatnið og vodkað kannað og góðkent

Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við feskum vatni, ið varð funnin undir Heystfirði, tá ið Sandoyartunnilin varð boraður. 

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini.

1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Nú hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan kannað vodkað og vatnið, ið løgurin er gjørdur av, og allar kanningar vóru góðar.

Tí er sølubannið nú strikað, skrivar Faer Isles Distillery í tíðindaskrivinum. 

Fyrstu fløskurnar av Subsea Vodkainum hjá Faer Isles Distillery fara til sølu í sølubúðunum hjá Rúsdrekkasølu landsins fríggjadagin 7. oktober. 

 

Hygg, hvussu tað sá út, tá ið vertirnir í Góðan Morgun Føroyar royndu Subsea Vodka.

 

FairIsleVodkaSt4MIX2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558