Norska støðan kann fáa týdning fyri føroysku avgerðina

Norska støðan kann fáa týdning fyri føroysku avgerðina
Løgmaður fer í næstu viku til Noregs at hitta Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer at hitta norska forsætisráðharran í næstu viku.
 
05.10.2022 - 10:55

Enn er ikki avgjørt, um Føroyar fara at samráðast við Russland um nýggja fiskirættindavtalu.

Tað sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.

Í gjár boðaði norska stjórnin frá, at samráðingar vera millum Noreg og Russland um fiskiveiðiavtalu um 14 dagar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at avgerðin hjá norsku stjórnini verður tikin við í líkningina, tá ið føroysk støða skal takast.

Løgmaður fer í næstu viku til Noregs at hitta Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra.

Hoyr samrøðu við løgmann í útvarpstíðindunum:

 

05102022_-_Bardur_um_Russland

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329