Christian í Grótinum kann eiga bæði í EFFO og Magn

Christian í Grótinum kann eiga bæði í EFFO og Magn
Samtakið í Klaksvík hevur boðið tveimum íslendskum eigarum at keypa 56 prosent í felagnum, sum eigur allan partapeningin í MAGN
Christian í Grótinum-samtakið liggur framvið at keypa meirilutan í MAGN, men samtakið eigur frammanundan gjøgnum onnur feløg í kappingarneytanum EFFO.
 
26.10.2022 - 18:00

Gongst sum ætlað hjá samtakinum Christiani í Grótinum í Klaksvík at keypa 56 prosent av partabrøvunum í Orkufelagnum, sum eigur MAGN, t.e. at íslendsku eigararnir taka av tilboðnum, og Kappingareftirlitið góðtekur keypið, so eigur samtakið í báðum teimum stóru oljufeløgunum. 

Boðið hjá Christiani í Grótinum er 170 mió. kr. 

Gjøgnum ognarskap í øðrum feløgum eigur samtakið nevniliga longu ein part í oljufelagnum EFFO. 

Sambært eigaraupplýsingum hjá Skráseting Føroya, eigur Palli hjá Mariannu, sum er móðurfelagið hjá Christiani í Grótinum, átta prosent í føroyska íløgufelagnum Tjaldur. 

Eitt av dótturfeløgunum hjá Tjaldri er Sp/f. Kolan við heimstaði á Bryggjubakka 22 í Havn.

Tað felagið eigur 68,5 prosent í danska felagnum við sama navni, Kolan ApS. Gullak Madsen eigur restina av partabrøvunum í danska felagnum. 

ApS Kolan - tað danska felagið - eigur 52 prosent av føroyska orkufelagnum EFFO. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595