Kekkia: Putin skal fyri krígsbrotsmannadómstól

Kekkia: Putin skal fyri krígsbrotsmannadómstól
Ein og hvør leiðsla í einum landi, sum fer í kríggj, eigur at verða revsað fyri gerðirnar, sigur kekkiski uttanríkisráðharrin
Putin, forseti, og politiska leiðslan í Russlandi skulu fyri krígsbrotsmannadómstól, sigur kekkiski uttanríkisráðharrin.
 
07.11.2022 - 09:36

Tá kríggið í Ukraina er av, skulu russiski forsetin, Putin, og øll politiska leiðslan í Russlandi fyri ein krígsbrotsmannadómstól.

Tað sigur kekkiski uttanríkisráðharrin, Jan Lipavsky.

- Ein og hvør leiðsla í einum landi, sum fer í kríggj, eigur at verða revsað fyri gerðirnar, sigur hann við CNN.

Tingið í Kekkia sigur russisku framferðina vera yvirgang.

 

Jan Lipavsky er kekkiskur uttanríkisráðharri.

 

Brot á fólkarættin

Tað er ikki fyrstu ferð, at Russland verður skuldsett fyri yvirgang eftir innrásina í Ukraina. Fyri fáum vikum síðani funnust leiðslurnar í fleiri eystureuropeiskum londum hvassliga at Russlandi fyri álopini á býir í Ukraina. Tey søgdu álopini vera yvirgang og brot á fólkarættin.

Miðskeiðis í oktober ávaraði ein serfrøðingabólkur hjá ST um, at neyðtøkur eru partur av russisku herferðini í Ukraina.

Russland vísir aftur, at krígsbrotsverk eru framd í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522