Ferðsluvanlukka kravt mannalív

Ferðsluvanlukka kravt mannalív
Eitt fólk læt lív, tá ið tveir bilar stoyttu saman millum Hvalvík og Áir.
Mynd: (savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2022 - 13:12

Ein álvarslig ferðsluvanlukka á landsvegnum millum Hvalvík og Áir í morgun kravdi eitt mannalív. Tað sigur vaktleiðarin á Politistøðini, sum ikki fær sagt meira um málið enn.

Umleið klokkan 9.45 fekk politiið boð um, at tveir bilar høvdu stoytt saman millum Hvalvík og Áir. Sløkkilið og politi vóru á staðnum, og eitt fólk læt lív.

– Talan var um tveir bilar, sum vóru í óhappinum, sigur vakthavandi á Politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329