- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna føroysku arbeiðsfjøldina

Í fjør vóru 31.968 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini, og tað svarar til 83,6% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ára gomul.
Tá var vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, við Íslandi næst aftanfyri, og tí verður spennandi at síggja, um Føroyar framvegis eru á odda.
Arbeiðsfjøldarkanningin telur, hvussu nógv fólk av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum, kunnu veita arbeiðsmegi.
Samberilig hagtøl
Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar um telefon, og á hvørjum ári verða eini túsund fólk uppringd, ung sum eldri.
Tað er Gallup Føroyar, sum ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya.
Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingar frá altjóða arbeiðsstovninum, ILO, sum er undir ST.
Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.




























