Mærsk fær nýggjan forstjóra á nýggjárinum

Mærsk fær nýggjan forstjóra á nýggjárinum
Vincent Clerc hevur starvast hjá Mærsk í 25 ár
Vincent Clerc verður nýggjur forstjóri í Mærsk.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.12.2022 - 13:47

A. P. Møller Mærsk skal hava nýggjan forstjóra.

Mærsk boðar í dag keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at Vincent Clerc tekur við ovastu leiðsluni tann 1. januar. Hann avloysir Søren Skou, sum hevur verið forstjóri síðani 2016.

Talan er um eina nátúrliga útskifting, skrivar TV2. Søren Skou hevur verið í Mærsk síðani í 80-árunum, og hann vil sleppa at gevast.

Nýggi stjórin, Vincent Clerc, hevur starvast hjá Mærsk í 25 ár. Seinastu tíðina sum stjóri fyri Ocean & Logistics-deildini.

Tað gongur væl hjá stóra danska altjóða reiðarínum. Í 2021 var úrslitið 18 milliardir dollarar. Hetta svarar til, at Mærsk hevði eitt avlop upp á eina milliard krónur triðja hvønn dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846