Føroyskur limaskapur í WTO krevur grundlógarbroyting

Føroyskur limaskapur í WTO krevur grundlógarbroyting
Danska uttanríkisráðið hevur gjørt upprit um møguleikarnar fyri sjálvstøðugum, føroyskum limaskapi í heimshandilsfelagsskapinum
Danska uttanríkisráðið hevur skrivað upprit um møguleikarnar fyri sjálvstøðugum, føroyskum limaskapi í WTO
 
29.08.2013 - 09:11

Um øll ES-londini gerast felagslimur í WTO sum ES, og ikki longur vera limur í egnum navni, kunnu Føroyar fáa egnan limaskap. Men skulu Føroyar annars hava limaskap í WTO, skal danska grundlógin broytast fyrst.

Limaskapurin hjá kongsríkinum Danmark í WTO, heimshandilsfelagsskapinum, umfatar eisini Føroyar. Sambært grundlógini umboðar danska stjórnin ríkið í millumtjóða samskiftum.

Upprit frá Uttanríkisráðnum

Í einum uppriti, sum Løgmansskrivstovan fekk frá danska Uttanríkisráðnum fríggjadagin, viðger ráðið møguleikan fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO.

Har stendur, at landsstýrið sambært lógini um uttanríkispolitiskar heimildir í ávísum førum kann umboða danska ríkið í millumtjóða samskiftum, men tá er bara talan um samskifti, sum bara viðkoma Føroyum og ikki øllum ríkinum, tað eru málsøki, sum heimastýrið hevur yvirtikið.

Samanumtikið kunnu Danmark og Føroyar ikki bæði vera sjálvstøðugir limir í WTO, siga løgfrøðingarnir hjá danska Uttanríkisráðnum. Føroyar kunnu ikki gera eina millumtjóða avtalu, sum eisini eru galdandi fyri Danmark.

ES-lond felags limaskap

Men Danmark er í ES. Og skuldi tað hent eina ferð í framtíðini, at limalondini í ES ikki longur í egnum navni, men í felags limaskapi hjá ES eru limur í WTO, gerst støðan hjá Føroyum ein onnur.

Vilja bæði Føroyar og Grønland tá gerast limir í WTO, mugu londini vera samd um, hvussu tey brúka heimildirnar at søkja um limaskap. Tað er annar møguleikin, tann, sum byggir á grundlógina.

Men so er spurningurin, um WTO-sáttmálin loyvir føroyskum limaskapi. Nei, er svarið hjá Uttanríkisráðnum, tí Føroyar hava ikki yvirtikið øll handilspolitisk málsøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846