Jensa Tórálvsdóttir til danska fótbólt

Jensa Tórálvsdóttir til danska fótbólt
Landsliðsmiðvallarin hjá Víkingi, Jensa Tórálvsdóttir, skiftir til danskan fótbólt. Hon skal spæla við FC Thy - Thisted Q í bestu donsku deildini
Jensa Tórálvsdóttir, her í landsdysti á Tórsvølli, fer til Danmarkar at spæla
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
15.01.2023 - 14:09

Jensa Tórálvsdóttir skiftir úr Víkingi til FC Thy - Thisted Q í bestu donsku fótbóltsdeildini. Tað skrivar Víkingur á facebook. 

Miðvallarin, sum fekk heiðurin sum ársins spælari í fjør, sigur, at umstøðurnar í felagnum eru góðar, og at tað er rætta staðið at menna seg.

 - Eg ætli mær at arbeiða hart, og málið er at klára at spæla meg inn á besta liðið hjá teimum, sigur hon sambært Víkingi.

Jensa Tórálvsdóttir skeyt 23 mál í fjør, so hon verður óivað ein missur fyri liðið úr Eysturkommunu.

FC Thy - Thisted liggur í løtuni á 4. plássi í bestu donsku deildini.

Tríggir greipuvinnarar til royndarvenjing í Svøríki

Óluva A. Joensen, Birita Ryan og Sanna Svarvadal úr KÍ skulu venja við svenska liðnum, IFK Kalmar næstu vikuna, skrivar Norðlýsið. 

IFK Kalmar kappast í bestu svensku deildini, og Jens Wedeborg, sum var venjari hjá KÍ í fjør, er nú høvuðsvenjari har.

 

 




 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376