Professari: Russland eigur at leggja seg út í ríkisfelagsskapin

Professari: Russland eigur at leggja seg út í ríkisfelagsskapin
Eingin forðing hevði verið at stuðlað sjálvstýrisrørsluni fíggjarliga og diplomatiskt, sigur Henry Sardarjan
Henry Sardajan gevur ilt av sær á sosiala miðlinum Telegram, eftir at danska stjórnin hevur kunngjørt, at hon fer at lata Ukraina 19 vognar við framkomnari stríðskipan. (Mynd: Telegram)
 
25.01.2023 - 16:14

Ein russiskur ST-sendimaður dregur nú sambandið millum Føroyar og Danmark upp í kjakið um, um tað er rætt av vesturheiminum at stuðla Ukraina.

Tað skrivar danska TV2 á síni heimasíðu.

Talan er um Henry Sardarjan, sum eisini er professari á lærdum háskúla í Moskva, sum hoyrir til russiska uttanríkisráðið.

Sardarjan gevur ilt av sær á sosiala miðlinum Telegram, eftir at danska stjórnin hevur kunngjørt, at hon fer at lata Ukraina 19 vognar við framkomnari stríðskipan.

Hann mælir tí til, at Russland leggur seg út í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum

 

Eyðsýndir trupulleikar

 - Danmark hevur eisini eyðsýndar trupulleikar við Føroyum, har sjálvstýrisrørslan virkar. Eingin forðing hevði verið í at stuðlað henni fíggjarliga og diplomatiskt, sigur Henry Sardarjan.

Umframt teimum 17.000, sum fylgja russiska professaranum, hevur áheitanin rokkið 1,3 milliónir fylgjararnar hjá russiska sjónvarpsvertinum, Vladimir Solovjov, sum hevur deilt uppslagið.

Russiski professarin og ST-sendimaðurin er javnan gestur hjá hesum sjónvarpsvertinum, har teir kjakast um kríggið.

Fyri í mánaðinum heitti Henry Sardarjan í sjónvarpinum á stýrið í Kreml um júst at leggja seg út í innanríkispolitikkin í øðrum londum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949