Fiskaðu fyri 59 milliónir á Føroyabanka í fjør

Fiskaðu fyri 59 milliónir á Føroyabanka í fjør
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at skipanin um Bankan verður endurskoðað
32 útróðrarbátar og línuskip royndu á bankanum í fjør. (Savnsmynd)
 
31.01.2023 - 10:54

2.234 tons vóru fiskað á Føroyabanka í fjør.

32 útróðrarbátar og línuskip royndu á bankanum í fjør.

Veiðivirðið var 59 mió. kr.

Hetta eru upplýsingar í svari frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til Árna Skaale, løgtingmann.

Línuskip og stórir útróðrarbátar fingu egnar fiskidagar, átta dagar hvør. Smáir útróðrarbátar fingu 30 felagsdagar. 

 

Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður, spurdi núverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskiskapin á Føroyabanka.

 

Línuskip og stórir útróðrarbátar

Línuskipini fingu 176 fiskidagar og brúktu 168 dagar. 48 fiskidagar vóru avhendir millum línuskipini.

Stórir útróðrarbátar fingu 176 fiskidagar og brúktu 163. 56 dagar vóru avhendir millum bátar.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, hevur svarað fyrispurningi um Føroyabanka. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Smáir útróðrarbátar høvdu 30 dagar og brúktu allar. 

Línuskipini fiskaðu í miðal fyri góðar 212.600 kr. um dagin, stórir útróðrarbátar fyri 127.225 kr., og smáir útróðrarbátar fiskaðu fyri slakar 100.300 kr. í miðal um dagin.

Dennis Holm sigur, at skipanin um Føroyabanka verður endurskoðað, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat verður gjørt har í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065