Amerikanski miðbankin hækkar rentuna í kvøld

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna í kvøld
Hetta er áttanda rentuhækkingin á rað
Serfrøðingar vænta, at amerikanski miðbankin fer at hækka rentuna 0,25 prosentstig, upp í 4,75 prosent.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2023 - 15:40

Amerikanski miðbankin fer væntandi í kvøld at hækka leiðandi rentuna.

Miðbankastjórin, Jerome Powell, kunnger avgerðina kl. 19 í kvøld, og serfrøðingar rokna við, at hækkingin verður 0,25 prosentstig, úr 4,5  upp í 4,75 prosent.

Hetta verður sostatt áttanda rentuhækkingin á rað hjá Federal Reserve, men hon verður neyvan so stór, sum seinastu tvær hækkingarnar hava verið. Tær vóru 0,5 og 0,75 prosentstig.

 

Jerome Powell er miðbankastjóri í USA. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Trýstið linkar

Inflatiónstrýstið í USA er minkað seinastu mánaðirnar, fleiri tøknirisar hava boðað frá uppsagnum, og amerikonsk húsarhald brúka minni pening.

Stóri spurningurin er, um miðbankin heldur, at arbeiðsmarknaðurin er í ferð við at verða køldur nóg nógv.

Í desember metti bankin í forsøgn síni, at leiðandi rentan skuldi upp á fimm til 5,25 prosent í 2023, og tað merkir, at tvær rentuhækkingar helst koma aftrat.

 

Størri álit

Álitið hjá íleggjarum á amerikanska búskapin er betri nú, og tað sæst aftur í amerikanska keypsskálanum, har pílarnir hava peikað uppeftir seinastu mánaðirnar.

Dow Jones-vísitalið í New York er vaksið góð seks prosent seinastu tríggjar mánaðirnar, og Nasdaq-vísitalið er vaksið 10,7 prosent síðani ársskiftið, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854