Fótbóltsfelagið í Hoyvík nýggjan samleika

Fótbóltsfelagið í Hoyvík nýggjan samleika
Fyri kortum løgdu FC Hoyvík og Undrið FF saman, og nú skiftir samanlagda felagið samleika og fær nýtt búmerki. Nýggja navnið er Fótbóltsfelagið Hoyvík, skrivar felagið
Fótbóltsfelagið í Hoyvík hevur fingið nýtt navn og búmerki
Mynd: FF Hoyvík  
 
02.02.2023 - 15:19

Fótbóltsfelagið Hoyvík skal samanlagda fótbóltsfelagið í Hoyvík eita.

Fyri kortum løgdu FC Hoyvík og Undrið FF saman, og á komandi aðalfundi fer nevndin at mæla til, at felagið broytir navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík. Felagið hevur eisini fingið nýtt búmerki.

 - Samanleggingin er liður í at styrkja fótbóltsfelagskapin í triðstørsta býnum í Føroyum, so fólkið kann standa saman um eitt felag, skrivar felagið á facebook. 

 - Vit vilja verða eitt fótbóltsfelag, ið umframt fótbólt, eisini tekur atlit til samfelagið, náttúruna, framtíðina og vil hugsa og virka burðardygt við grønum loysnum og høgum málum. Hetta kunnu vit gera við einum góðum felagsskapi við høgum málum, nærløgdum leikarum og fólki í øllum aldri, sigur felagið, sum leggur upp til, at tað í vanligari talu skal kallast Hoyvík.


Nýggja búmerkið er hvítt og skapið er ein savnandi sirkul, sum er samansettur av einum bólti og einum H, sum ímyndar Hoyvík, men sum eisini er ein mynd fyri eina opna hurð inn í felagið ella víðari út í stóru verð har stjørnurnar møtast, tí ein dag so ferð Hoyvík út um landoddarnar at kappast, skrivar felagið á facebook.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659