Tilgongdin at fáa limaskap í ES kann gerast drúgv

Tilgongdin at fáa limaskap í ES kann gerast drúgv
Ukrainskur ES-limaskapur verður ikki veruleiki við einum pennastroki
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES- nevndini, er í hesum døgum á vitjan hjá Zelenskyj, forseta, í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.02.2023 - 10:12

Ukraina skal ikki vænta at fáa ein ES-limaskap skjótari, tí landið er í kríggi við Russland.

Tað skrivar Reuters.

ES-leiðarar við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, á odda eru í hesum døgum í Kyiv, har ES vísir Ukraina sín stuðul og lovar at seta harðari revsitiltøk í verk móti Russlandi. 

Men ukrainskur ES-limaskapur verður ikki veruleiki við einum pennastroki.

ES hevur sett fleiri krøv um bæði politiskt og búskaparlig støðufesti, og at Ukraina skal seta ávísar ES-lógir í gildi, áðrenn landið kann fáa limaskap. Og tann tilgongdin kann taka fleiri ár.

 

Pólland bíðaði í 20 ár

Seinasta landið at gerast limur í ES var Kroatia í 2013, og tann limaskapurin gjørdist ikki veruleiki fyrr enn tíggju ár eftir, at Kroatia alment bað um limaskap. Og hjá Póllandi tók tað 20 ár at gerast limur í ES.

ES hevur millum annað kravt av Ukraina, at meira verður gjørt fyri at basa korruptiónini í landinum. Forsetin, Volodymyr Zelinskyj, hevur fyrr í ár boðað frá kanningum og uppsagnum, serliga í verjumálaráðnum.

Í gjár tosaðu ES og Ukraina saman um fleiri ymisk mál, millum annað meira hernaðarligan og peningaligan stuðul til Ukraina og um at geva ukrainskum vørum betri atgongd til ES-marknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693