Vørur skulu kannast við norðurírska markið

Vørur skulu kannast við norðurírska markið
Bretland fór úr ES í 2020, men nústani hava Bretland og ES gjørt semju um reglur fyri vøruflutning
Forkvinnan í ES-nevndini og bretski forsætisráðharrin hittust í London í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.02.2023 - 14:52

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hevur verið á fundi við bretska forsetan, Rishi Sunak, í London í dag.

Á fundinum var semja gjørd um, at vørur, sum verða fluttar úr einum øðrum bretskum landi ella øki, skulu kunna kannast við norðurírska markið.

Sonevnda Norðurírlands-protokollin hevur verið umstrídd, síðani Bretland fór úr ES í 2020. Orsøkin er tann, at ES hevur hildið, at tað var ov lætt at flyta vørur fyrst til Norðurírlands og síðani inn í Írland, og á tann hátt sleppa beinleiðis inn á ein ES-marknað.

BBC skrivar, at avtalan í dag hevur við sær, at vørur nú kunnu kannast við norðurírska markið, tá tær koma úr einum øðrum landi í Stóra Bretlandi. Sostatt hava tey nú marknaeftirlit millum tvey økir í Stóra Bretlandi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615