Starvsfólk í jarnbreytarvinnuni í Grikkalandi farin í verkfall

Starvsfólk í jarnbreytarvinnuni í Grikkalandi farin í verkfall
Ein tokvanlukka týskvøldið kravdi 46 mannalív, og starvsfólkini siga, at øll krøv um nýggjari tøkni eru endað í ruskspannini
Í gjár var skipað fyri mótmælisgongum í Grikkalandi í kjalarvørrinum av tokvanlukkuni. Í dag eru starvsfólk í jarnbreytavinnuni farin í verkfall í 24 tímar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.03.2023 - 08:35

Fólk, ið starvast í tok- og jarnbreytavinnuni í Grikkalandi, eru farin í verkfall í eitt samdøgur

Tað skrivar grikski miðilin, Kathimerini.

Tað hendir eftir tokvanlukkuna týskvøldið nærindis Tempi miðskeiðis í Grikkalandi. AP-tíðindastovan skrivar, at 43 fólk lótu lív, og uppaftur fleiri fingu skaða.

352 fólk vóru í ferðafólkatokinum, tá ið tað við nógvari ferð rendi á eitt farmatok.

 

Tokvanlukkan í Grikkalandi í gjár kravdi 46 mannalív. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fakfelagið hjá teimum, sum starvast í tok- og jarnbreytarvinnuna, skrivar í eini fráboðan, at tann vanvirðing, sum allar stjórnir í landinum hava fyri griksku jarnbreytunum, var orsøkin til vanlukkuna.

- Tíverri eru okkara krøv um at hava fólk í føstum starvi, betri útbúgvingar og fram um alt meira nýmótans trygdartøkni øll endað í ruskspannini, skrivar felagið.

Síðani vanlukkuna hevur samferðsluráðharrin í griksku stjórnini lagt frá sær, og ein støðstjóri á eini jarnbreytarstøð er handtikin.

Forsætisráðharrin í Grikkalandi hevur sagt, at orsøkin til vanlukkuna var "eitt syrgiligt menniskjaligt mistak"


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932