Nýggjur filmur um Peter Pan: Føroyar eru Neverland

Nýggjur filmur um Peter Pan: Føroyar eru Neverland
Ein partur av upptøkunum til spennandi nýggja barnafilmin um gandakenda Peter Pan eru gjørdar í Føroyum.
Úr forfilminum til nýggja filmin "Peter Pan & Wendy", sum er tøkur á stroymingartænastuni Disney+ tann 28. apríl
Mynd: Disney+  
 
11.04.2023 - 14:57

28. apríl kemur nýggi og stórsligni filmurin "Peter Pan & Wendy", sum er ein filmatisering av skaldsøguni hjá J.M. Barnie og klassiska teknifilminum Peter Pan frá 1953.

Filmurin snýr seg um drongin Peter Pan, sum flest børn longu kenna. Peter Pan býr í Neverland. Eitt gáturíkt, gandakent stað langt, langt burturi. 

 

 

Í nýggjasta forfilminum til stórsligna filmin sært tú kortini nøkur kend støð, sum kanska ikki eru so langt burtur. Millum annað sært tú upptøkur av risanum og kellingini, Mykinesi og trælanípuni.

Ein partur av upptøkunum til nýggjasta Peter Pan-filmin vóru gjørdar her í Føroyum. Føroyski leikstjórin Gudmund Helmsdal var framleiðslustjóri til júst hendan partin. 

Her sært tú forfilmin: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391