Grønlendskt skip landar sild í Noregi

Grønlendskt skip landar sild í Noregi
Sildin er fiskað í føroyskum sjógvi
 
26.09.2013 - 15:00

Grønlendska nótaskipið Polar Amaroq er í Lødingen í Norra við 750 tonsum av sild, sum eru fiskað í føroyskum sjógvi.

Sildin er fingin eysturi við markið millum Føroyar og Norra. Og í norsku vinnuni fegnast tey um, at skiparin á Polar Amaroq hevur sagt, at sildin er á veg í norskan sjógv við fullari ferð, skrivar Fiskeribladet Fiskaren.

Hetta merkir, at norski flotin skjótt kann fara at fiska sild. Hjá nógvum skipum er makrelkvotan uppi.

Sambært skiparanum á grønlendska nótaskipinum er nógv sild at fáa, og sildin er stór.

86 prosent av lastini hjá Polar Amaroq er stór sild, miðalvektin er 386 gramm.

Nú eru bæði fiskifrøðingar og fiskimenn í Norra spentir eftir at fáa at vita, um sildin, sum verður landað til Norway Pelagic í Lødingen, hevur fingið nóg mikið at eta í kapping við makrelin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595