U19 HM: Føroyar bastu hondbóltsstórmaktini Týsklandi

U19 HM: Føroyar bastu hondbóltsstórmaktini Týsklandi
Føroya U19-manslandsliðið í hondbólti skapti enn eina sensatión, tá liðið vann ein uppibornan 30-28 sigur á Týsklandi, ið er ein hondbóltsstórmakt
Ísakl Vedelsbøl, liðskipari, á odda fyri U19-manslandsliðnum í hondbólti
 
07.08.2023 - 17:34

Sensatións-summarið 2023 blívur við at geva føroyingum nærmast óveruligar ítróttarupplivingar. 

Fyrst spældu føroysku U21-hondbóltsmenninir Føroyar í eina HM-fjórðingsfinalu í Týsklandi. Um hepnið var við Eliasi á Skipagøtu og hansara monnum, so komu teir í bæði HM-hálvfinaluna og sjálva HM-finaluna

Síðani hevur KÍ spælt seg heilt inn í evropiska hitan og stendur á gáttini til bólkaspælið í Champions League. Á leiðini hevur KÍ varpað bæði ungarska og svenska meistaraliðini úr kappingini. 

 

Feldu Týskland

Og í dag hendi so enn ein føroysk ítróttarsensatión, tá føroyska U19-manslandliðið í hondbólti vann ein uppibornan 30-28 sigur á mætu hondbóltsstórmaktini Týsklandi til HM í Kroatia. 

Føroysku leikararnir vóru eitt sindur trýstir í byrjanini, tí týsku leikararnir vóru kropsliga munandi betur fyri enn føroyingarnar. 

Týsku leikararnir tóktus tó yvirgeraðir og spældu sera hart og ófantaligt, og tað kostað nógvar útvísingar. 

 

Óli er okkara

Týskland hevur heldur ongan Óla Mittún, sum uttan iva er størsta hondbóltstalent í heiminum. Óli er okkara, og við sínum fótfimi og ferð, so megnaði hann at halda Føroyar inni í dystinum. Tá avtornaði hevði Óli skorað 13 mál. 

Í føroyska málinum stendur Aleksandar Lacok, ið eisini er eitt supertalent, sum hevði eitt bjargingarprosent upp á 36, tá dysturin var liðugur. 

Og á strikuni er føroyska fjallið og dagsins leikari, hin væl vaksni Ísak Vedelsbø.

Ísak sá eitt sindur ovfarin út, tá hann var kosin dagsins leikari. Hann hugdi upp á Óla Mittún, men Ísak hevur onga orsøk at síggja ovfarin út. Hann var ein brandur frá byrjan til endan, bæði í álopinum, men sanniliga eisini í verjuni. Uttan Ísak í verjuni, so er ilt at ímynd sær, at Føroyar høvdu klárað at fylgt við Týsklandi. 

 

Flúgvandi vengur

Eisini 15 ára gamli Jákup Egholm á vinstra vongi er eitt serligt talent. Jákup, ið enn er lítið meir enn ein strika í luftini, var ósvitaliga tryggur, tá hann fekk møguleikan frá vonginum. Seks mál fekk Jákup, ið hevði sjey royndir. Flott. Og so er hann eisini snildur og fekk fleiri útvísingar móti sær. 

Eisini Niklas Gaard á høgra vongi hevur góð evnir. Fýra mál upp á seks royndir. Og flúgvandi vengrirnir eru avgerandi fyri, at tað kann blíva pláss til Óla Mittún inni á miðjuni. 

 

Búi bumbaði til

Avgerandi løtan var mitt í øðrum hálvleiki, tá Føroyar løgdu seg framum 28-22. 

Dysturin tóktist avgjørdur, men so byrjaðu týskarar at mansverja Óla, og ta avbjóðingina hevði føroyska liðið eitt sindur trupult við at loysa. 

Spenningur kom í aftur dystin, og brádliga sást, at føroyska liðið manglar breidd.

Og tá Óli Mittún fekk eina óneyðuga útvísing, tá smáir fýra minuttir vóru eftir, vantaðu hini leikararnir bæði dirvið og sjálvsálitið til at koyra sigurin heim - allir uttan Búi Poulsen. 

Í 59. minutti tóki Búi sakina í egnar hendur. Úr stórari fjarstøðu leyp Búi upp og bumbaði bóltin í málið til 29-27. Fyrsta skotið hjá Búa í dystinum og fyrsta málið. Soleðis skal tað gerast. Flott. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. september
Veðrið
180822
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673