Jónas Isaksen rennur EM-finaluna í dag kl. 16.52

Jónas Isaksen rennur EM-finaluna í dag kl. 16.52
EM-finalan í 400 metra renning fyri U20-menn verður í dag, og tað er við føroyskari luttøku
Jónas Isaksen
Mynd: Savnsmynd  
 
09.08.2023 - 15:59

Um Jónas Isaksen rennur líka skjótt í EM-finaluni í Jerusalem í dag, sum hann gjørdi á Oyggjaleikum herfyri, so kann hann gerast evropameistari í 400 metra renning.  

Besta tíðin hjá Jónasi Isaksen er 46,02, og í innleiðandi umførunum var bert ein rennari, ið rann skjótari enn tað. 

Innleiðandi tíðin hjá Jónasi Isaksen var hinvegin 46,75, sum var tann sætt besta tíðin. 

Jónas Isaksen umboðar danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur Í IAAF, sum er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt.

U20-EM í frælsum ítróttur verður stroymt, og tað kann síggjast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961