Kunnu skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina

Kunnu skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina
Broytingar eru gjørdar í kunngerðini um fiskavirkisskipanina
Eitt samt ALS-stýri mælti til at gera broytingar í fiskavirkisskipanini, og broytingarnar eru nú komnar í gildi. (Savnsmynd)
 
11.09.2023 - 10:38

Broytingar eru nú gjørdar í kunngerðini um fiskavirkisskipanina, sum eitt samt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur mælt til.

Broytingarnar hava m.a. við sær, at tey, sum eru í fiskavirkisskipanini, skjótari kunnu fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina.

Í vanligu arbeiðsloysisskipanini verður arbeiðsloysisstuðul goldin arbeiðsleysum fyri 40 tímar um vikuna, meðan tað verður goldið fyri 32 tímar um vikuna í fiskavirkisskipanini.

 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Størri útgjald

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, sum hevur sett broytingarnar í gildi, sigur, at hetta verður ein bati hjá tí arbeiðsleysa, tí útgjaldið verður størri.

Vanliga arbeiðsloysisskipan kann eisini at bjóða fólki annað starv.

Í hesum tíðum, tá ið nógvir arbeiðsgevarar mangla arbeiðsmegi, verður broytingin ein fyrimunur fyri flytførið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Les kunngerðina her.

Hoyr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við Ingilín Didriksen Strøm:

 

11092023_Ingilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329