Lønarlyftið skal ikki kosta kommununum

Lønarlyftið skal ikki kosta kommununum
Fyri at kommunurnar skulu sleppa undan útreiðslunum, tekur landið á seg allan skattafrádrátt hjá pensjónistum
8.700 pensjónistar eru, so landið missir 26 mió.kr. næsta ár, og tað ger kommunurnar skaðaleysar, sigur landsstýrið.
 
02.10.2023 - 08:15

Skattalógin skal broytast, so lønarlyftið ikki kostar kommununum nakað.

Landið ætlar at brúka 47 mió. kr. til at geva námsfrøðingum, námsfrøðihjálparum, hjálparfólki, heilsurøktarum og heilsuhjálparum meira í løn á nýggjárinum.

Flestu teirra, sum fáa lønarlyft, arbeiða hjá kommununum.

 

Landið átekur sær skattafrádráttin

Fyri at kommunurnar skulu sleppa undan útreiðslunum, tekur landið á seg allan skattafrádrátt hjá pensjónistum.

Sum nú er, er frádrátturin 3.000 kr. í landsskattinum og 3.000 kr. í kommunuskattinum.

Skattalógin skal broytast, so allar 6.000 krónurnar vera í landsskattinum.

8.700 pensjónistar eru, so landið missir 26 mió.kr. næsta ár, og tað ger kommunurnar skaðaleysar, sigur landsstýrið.

 

35 mió. kr.

Lønarlyftið kostar kommununum 35 mió. kr., men tær fáa 20 prosent í skatti av øllum lønarlyftinum.

Framrokningar vísa, at í 2030 vera umleið 9.600 pensjónistar.

Tá fer frádrátturin at kosta landskassanum slakar 58 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329