Lítil undirtøka fyri nýggja kappingarleistinum

Lítil undirtøka fyri nýggja kappingarleistinum
Lítil undirtøka er fyri uppskotinum um nýggjan kappingarleist hjá kappingarnevndini hjá FSF. Bert trý fótbóltsfeløg taka undir við nýggja leistinum, vísir spurnarkanning
Lítil undirtøka er fyri nýggja kappingarleistinum millum føroysku fótbóltsfeløgini
Mynd: KvF  
 
27.11.2023 - 19:47

Bert trý av teimum 17 fótbóltsfeløgunum í Føroyum taka undir við uppskotinum um nýggjan kappingarleist, sum kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum legði fram um vikuskiftið.

Sum støðan er í løtuni vilja sjey feløg halda fram við verandi kappingarleisti, tvs. við 27 umførum í bestu og næstbestu deildini, fýra vilja hava aðrar broytingar enn tær, sum lagt verður upp til og trý feløg hava ikki tikið støðu enn.


Grundspæl og endaspæl

Nýggi leisturin leggur upp til, at kappingin í bestu og næstbestu deildini verður skipað í grundspæl og endaspæl. Fyrst verða 18 dystir spældir, og síðani fara kappingarnar í tvíningar.

Í Betri-deildini fara seks tey ovastu í bólk fyri seg, har tey spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Har verður spælt um meistaraheitið og plássini í evropeiskum fótbólti eins og vanligt. Fýra tey niðastu fara í bólk fyri seg, har spælt verður fyri at sleppa undan niðurflyting. Niðasta liðið fer beinleiðis niður, meðan nummar 8. og 9. spæla play-off dyst, har taparin aftur skal spæla avgerandi upp- og niðurflytingardyst ímóti antin nummar tvey ella nummar trý í næstbestu deildini.

Í fyrstu deild fara tey liðini, sum kunnu flyta upp, í ein topp-fýra bólk, meðan hini seks liðini spæla innanhýsis, tað ið eftir er av kappingini. Kappingin um Løgmanssteypið verður óbroytt, meðan ætlanin er at skipa fyri eini steypakapping afturat fyri øll liðini, sum ikki spæla seg í topp-seks bólkin í bestu deildini.


Undir ongum umstøðum galdandi næsta kappingarár

Avgerðin um nýggja kappingaruppskotið skuldi takast á forfólkafundi í desember, men sum skilst er fundurin útsettur til januar. Eftir ætlan skuldi ein møgulig broyting fremjast longu til kappingarárið 2024, men Kringvarpið skilir, at ein broyttur kappingarleistur undir øllum umstøðum er útsettur til 2025.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980