50 kuldastig í Sibiria

50 kuldastig í Sibiria
Frostjørð, permafrost, er í meginpartinum av Sakha-lýðveldinum
Nógvur kuldi er í Sibiria. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 09:48

Her heima hava vit havt nakað av kulda, men tað er lítið samanborið við Sibiria. Har eru minus 50 stig nógvastaðni.

Millum annað eru mátað minus 50 stig í býnum Jakutsk í Sakha-lýðveldinum, sum er ein av heimsins kaldastu býum. 

Íbúgvar í býnum eru vanir við so ógvusligan kulda, men tað er óvanligt, at hann kemur hesa ársins tíð.

Minus 50 stig eru mátað nógvastaðni í Sakha. 

Lýðveldið er nærum líka stórt sum India, og har er frostjørð, permafrost, í meginpartinum av økinum.

Í øðrum pørtum av Russlandi hevur nógvur kavi elvt til trupulleikar. 

Í Moskva eru fleiri flogfør seinkað ella avlýst, og minus 18 stig vóru í Moskva í seinastu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334