Jónas í uppskoti til elsta danska ítróttaheiðurin

Jónas í uppskoti til elsta danska ítróttaheiðurin
Føroyski U20-evropameistarin í 400 metra renning, Jónas G. Isaksen, er í uppskoti til næstan 100 ára gamla danska ítróttaheiðurin 'Årets fund'
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur havt eitt framúr gott ítróttaár
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.12.2023 - 11:05

Føroyski evropameistarin á 400 metra teininum, Jónas Gunnleivsson Isaksen, er í uppskoti til danska ítróttaheiðurin 'Årets fund'.

Talan er um heiður til ung ítróttafólk, sum er latin síðan 1929. Fyrst av Idrætsbladet og seinni av Politiken, sum nú samstarvar við Dansk Idrætsforening og Team Danmark um heiðurin.

Millum ítróttafólkini, sum hava vunnið heiðurin seinastu árini, teljast badmintonstjørnan Viktor Axelsen, liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin Mathias Gidsel, og navnframu tennisspælararnir Holger Rune og Caroline Wozniacki.

 - Tað er ein stór æra at vera í uppskoti til ein so stóran heiður, sigur Jónas Gunnleivsson Isaksen í stuttari viðmerking.


Stórt ítróttaár

18 ára gamli rennarin úr Kvívík hevur víst síni góðu evni í langa tíð, men farna árið hevur hann veruliga runnið seg inn í hjørtuni á føroyingum. 

Í summar vann hann 400 meturin og 200 meturin á Oyggjaleikunum í Guernsey, og beint eftir gjørdi hann ikki mætari enn at vinna U20-evropameistaraheitið á 400 metrum í Ísrael við tíðini 45,86.

Stóra málið næsta ár er U20-heimsmeistaraheitini, sum vera í Peru í august.


Hørð kapping

Ítróttafólk úr øllum greinum kunnu vinna heiðurin, og tað sæst eisini aftur í tilnevningunum hesa ferð, har millum annað golf, taekwondo og skjóting eru umboðað.

Størstu nøvnini eru kortini danski landsliðsspælarin í hondbólti Simon Pytlick, og ungi Manchester United-framherjin Rasmus Højlund. Heiðurin verður latin til hátíðarhald í Keypmannahavn 28. desember.


Manchester United-framherjin Rasmus Højlund er tilnevndur til 'Årets fund' saman við Jónasi G. Isaksen. MYND: Peter Powell/AFP/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117