Síðsta freist at koma við uppskotum til Ítróttafagnaðin

Síðsta freist at koma við uppskotum til Ítróttafagnaðin
Í februar verða tey bestu í føroyskum ítrótti heiðrað á Ítróttafagnaðinum, men hvørji eru tey? Fríggjakvøld á midnátt er síðsta freist at koma við uppskotum til tilnevningar
Ítróttafagnaðurin fagnar teimum bestu í føroyskum ítrótti
 
15.12.2023 - 11:28

Í februar skulu tey bestu í føroyskum ítrótti heiðrast á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF.

Stórur spenningur er um Ítróttanavnið 2023, tí sjáldan munnu Føroyar hava havt so nógv einstøk ítróttafólk á høgum stigi.

Fleiri aðrir heiðrar vera latnir. Ítróttastjørnuskotið, ítróttafelagskapurin, ítróttavenjarin, ítróttaeldsálin og ítróttasólstrálan skulu øll veljast, og harafturat verður heiðurskjal Poul E. Petersen verður eisini latið fyri drúgva og trúgva tænastu í føroyskum ítrótti.

Freistin at koma við uppskotum til ymsu heiðrarnar er fríggjadagin á midnátt, og tað kann gerast á isf.fo. 

Ítróttafagnaðurin 2023 er 10. februar og verður vístur beinleiðis á Ras1 hjá Televarpinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053