Kunngerð komin um ókeypis sálarhjálp

Kunngerð komin um ókeypis sálarhjálp
Kunngerðin, sum ásetur ókeypis sálarfrøðihjálp til fólk millum 15 og 25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, er komin
Sálarfrøði.
 
27.12.2023 - 06:35

Kunngerðin, sum ásetur ókeypis sálarfrøðihjálp til fólk millum 15 og 25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, er komin.

Hon kemur í gildi 1.januar.

Heilsutrygd veitir fult ískoyti til viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi til í mesta lagi 12 viðgerðir.

Ávísingin frá kommunulækna er bara galdandi, um sálarfrøðingurin fær hana í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at hon var útflýggjað.

Í einari royndarverkætlan um ókeypis sálarfrøðihjálp var aldursmarkið 35 ár.

Men tann skipanin gjørdist nógv dýrari enn ætlað, so hon heldur ikki fram.

Landsstýrið hevur sett av 3,4 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2024 til ókeypis sálarfrøðihjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129