Trump vil hava hægstarætt at taka støðu til valbæri

Trump vil hava hægstarætt at taka støðu til valbæri
Fyrrverandi forsetin sleppur ikki at stilla upp í Colorado og Maine, tí hann var virkin í uppreistrinum, sum hevði við sær, at lopið var á kongressina
Donald Trump vil hava hægstarætt upp í málið, um hann kann bjóða seg fram sum forsetavalevni á uppstillingarvalum upp undir forsetavalið í november.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.01.2024 - 08:45

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava hægstarætt í USA at taka støðu til, um hann kann bjóða seg fram í republikansku uppstillingarvalunum. 

Tað upplýsir hægstirættur í einum skjali, sambært DR.

Áheitanin hjá Trump kemur, eftir at hægstirættur í statinum Colorado í desember gjørdi av, at Trump kann ikki standa á atkvøðuseðlinum til uppstillingarvalið seinni í ár. 

Í avgerðini stóð, at Trump var virkin í uppreistrinum, sum førdi til álopið á amerikonsku kongressina í januar í 2021.

Men sakførararnir hjá fyrrverandi forsetanum siga, at spurningurin um valbæri eigur ikki at verða avgjørdur í hvørjum einstøkum stati.

Í statinum Maine er Trump eisini útihýstur frá uppstillingarvalinum. Trump og hansara fólk hava kært hesa avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858