Lukasjenko lívlangt órin

Lukasjenko lívlangt órin
Lógin hevur við sær, at hann kann ikki verða rættarsøktur, og avmarkað er, hvør kann stilla upp til forsetaval í Hvitarusslandi
Aleksandr Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarussandi í sløk 30 ár. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
05.01.2024 - 08:30

Forsetin í Hvítarusslandi, Alexandr Lukasjenko, hevur skrivað undir nýggja lóg, sum gevur sær lívlangt órin ímóti at verða rættarsøktur.

Tað skriva nógvir altjóða miðlar.

Lógin er eisini galdandi fyri allar fyrrverandi forsetar og skyldfólk teirra. Men lógin er í roynd og veru bara viðkomandi fyri 69 ára gamla Lukasjenko, sum hevur havt valdið í Hvítarusslandi í sløk 30 ár.

Nýggja lógin sigur eisini, at bara ríkisborgarar, sum hava búð í Hvítarusslandi í minsta lagi 20 ár, og ikki hava havt uppihaldsloyvi uttanlands, hava rætt til at bjóða seg fram sum forsetavalevni.

Eftir ætlan verður forsetaval aftur í Hvítarusslandi í 2025.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039