Leita enn eftir horvnum manni í Grindavík

Leita enn eftir horvnum manni í Grindavík
Maðurin datt niður í eina sprungu, og eingin slóð er eftir mannin. Tó eru amboð funnin
Bjargingarlið leita framvegis eftir horvna manninum í Grindavík.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
11.01.2024 - 15:33

Bjargingarlið í Grindavík leita framvegis eftir einum manni, sum hildið verður er dottin niður í eina sprungu í vegnum. 

Eingin slóð er eftir mannin, sum leitað hevur verið eftir síðani á middegi í gjár. 

Ein drona er send niður í sprunguna fyri at kanna støðuna, og myndir haðani vísa fleiri fleiri metrar djúpan hyl á botninum. 

Løgreglustjórin í Suðuríslandi  Úlfar Luðvíksson, segði við íslendska kringvarpið RÚV í gjárkvøldið, at maðurin var saman við einum øðrum í holtur við at fylla í spungur í vegunum, sum komu orsakað av jarðskjálvtunum.

 

Amboð eru funnin 

Annar maðurin fór burtur frá eftir einum amboði, men tá hann kom aftur, var hin arbeiðsmaðurin burtur. 

Íslendskir miðlar skriva, at amboð hjá manninum eru funnin. 

- Meira enn 100 fólk hava verið við í leitingini, men umstøðurnar eru trupular. Neyðugt er at vísa varsemi og eisini at hava trygdina hjá bjargingarfólkum í huga. Støðan er ikki góð, men vit halda fram at leita, til allir møguleikar eru troyttir, sigur Hjálmar Hallgrímsson, løgreglumaður, við íslenska kringvarpið í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858