Sitandi varaforeseti í Teivan vann forsetavalið

Sitandi varaforeseti í Teivan vann forsetavalið
Lai Ching-te, varaforseti, fekk góð 40 prosent av atkvøðunum, og hann verður tí næsti forseti í landinum, skrivar tíðindastovan Reuters
Lai Ching-te, varaforseti, (vm) saman við Bi-khim Hsiao (hm), sum eisini stillaði upp
Mynd: AP  
 
14.01.2024 - 17:07

Hann tekur við eftir floksfelagan og fyrrverandi forsetan Tsai Ing-wen, sum leggur frá sær eftir tvey valskeið sum forseti. Báðir koma teir úr flokkinum DPP, sum arbeiðir fyri at gera Taiwan leyst av Kina.

Eftir at úrslitið varð greitt, boðaði stjórnin í í Kina frá, at hon fer at steðga øllum royndum hjá Taiwan at gerast sjálvstøðugt.

- Taiwan er partur av Kina, eru greiðu boðini frá kinesisku stjórnini ídag.

Í nýggjársrøðu síni herfyri segði kinesiski forsetin, Xi Jinping, at einasta gongda leið er at sameina Taiwan við Kina. Nývaldi forsetin, Lai Ching-te, lovar hinvegin at verja Taiwan fyri hóttanum úr Kina. 

Altjóða eygleiðarar meta, at úrslitið av forsetavalinum kann ávirka herða spentu støðuna millum Taiwan og Kina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858