Týskland fyrireikar seg til kríggj millum Russland og Nato

Týskland fyrireikar seg til kríggj millum Russland og Nato
Sambært skjali, sum týskir miðlar hava fingið hendur á, er talan um russiskt stórálop í vár lýst sum venjingarstöða, har Russland sendir boð eftir 200.000 hermonnum aftrat
Kriggið millum Russland og Ukraina hevur nú vart í umleið tvey ár. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
17.01.2024 - 10:27

Týskland fyrireikar seg til kríggj millum Russland og Nato, og ger sostatt tað sama, sum stjórnin og herleiðslan í Svøríki gjørdi í farnu viku. Hon gav fólkinum boð um at fyrireika seg til kríggj.

Týsk bløð hava fingið atgongd til eitt loyniligt skjal, har Bundeswehr, sum er verjan í landinum, lýsir eitt russiskt álop á mál hjá Nato eystanfyri í 2025.

Moskva heldur lítið um tíðindini.

Í boðum á Telegram samanbar talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, tað við at lesa stjørnuspá, horoskop. 

Sambært Bild, lýsir skjalið eina støðu, sum byrjar við russiskari herbúgving í februar 2024. Støðan hevur verið óbroytt á hermótinum, og russarar hava megnað at hildið ukrainskum deildum skák.

- Skjalið er ikki ein framskriving, men partur av ætlanum fyri ringast hugsandi stöðu (worst case scenario, sum er vanlig venjing í herinum, skrivar businessinsider.com, og vísur á ein týskan embætismann, sum sigur, al slíkar stöður eru ‘sera óhugsandi’.

 

Russland fer at boðsenda 200.000 hermonnum aftrat, stendur í skjalinum, sum týskir fjølmiðlar hava fingið hendur á. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

200.000 hermenn aftrat

Sambært skjalinum 

* fer Russland fyrst undir nýggja herbúgving, og kallar inn 200.000 hermenn aftrat.

* Eitt russiskt stórálop verður í vár, sum ger sær dælt av støðuni í Vesturheiminum, sum hevur drálað við at veita Ukraina vápn.

* Síðan ger Russland eitt cyber-álop og brúkar hybrid-amboð at skapa ófrið hjá russiskum minnilutum í Estlandi, Letlandi og Litava.

* Ófriðin fer Russland at samskipa við Zapad-venjingina í heyst, har Russland og Hvítarussland fara at royna at fáa eystara markið í Nato at ridla. 

Russland hevur áður nýtt Zapad, sum merkir vestureftir, til at venja stórkríggj móti Nato.

Nær hetta verður, veldst, sambært blaðnum Bild, um úrslitið av forsetavalinum í USA.

 

Øystein Tunsjø er professari á norska verjustovninum. (Mynd: TV2 Noreg)

 

Trump elvir til óvissu

Republikanska forsetavalevnið Donald Trump, hevur aftur elvt til óvissu um, hvat hann fer at gera við Nato, um hann verður forseti alftur.

Málið hjá Kreml er at taka sonevnda Suwalki-sundið, sum sambært Nato, er týdningarmikið fyri eysturøkið.

Suwalki-sundið er einasta leið millum Pólland og baltisku londini. 

Øystein Tunsjø, professari á norska verjustovninum, segði herfyri, at Evropa undirmetir førleikan hjá Russlandi at herbúgva seg, og at størri vandi er fyri kríggi aftur í Evropa.

Metingin hjá honum samsvarar við eina greining hjá uttanríkispolitiska stovninum í Týsklandi, DGAP, sum sigur, at lond í Evropa hava 'fimm til níggju ár' at fyrireika seg til kríggj.

Forsætisráðharrin í Estlandi, Kaja Kallas, sigur við bretska blaðið, The Times, at Evropa hevur trý til fimm ár, áðrenn Russland er ein álvarslig hóttan fyri eysturpartin av Nato, skrivar norska TV2.

kl 21.00
Newsweek skrivar í kvöld, at roynt hevur verið at fáa týska verjumálaráðið ig NATO at vátta upplýsingarnar í skjalinum, men hevur einki svar fingið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715