Nú ber til at melda seg til Sement 2024

Nú ber til at melda seg til Sement 2024
Ert tú tónleikari? So er tað nú, at tú skal byrja at venja til Sement 2024, sum verður á Reinsaríinum í apríl í ár.
 
23.01.2024 - 19:00

Fyrireikingarnar til Sement 2024 koyra við fullari ferð, og nú ber til at melda seg til tónleikakappingina.

Sement er ein tónleikakapping og showcase. Allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend og ókend og tónleikur innan allar sjangrur.

 

Finalan verður 27. apríl

Í ár verður Sement 13., 20. og 27. apríl á Reinsaríinum í Havn og fyrireikararnir siga, at fleiri góðir vinningar eru í væntu, uttan at kunna siga endaliga enn, hvørji teir eru. 

- Uttan at avdúka ov nógv, so kunnu vit siga, at vinningarnir í ár eru fantastiskir!, siga fyrireikaranir í tíðindaskrivi. 

Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl kl. 12:00. Melda teg ella tykkum til á www.torsgota.fo/sement.

 

Til ber at fyrireik seg

Fyrireikararnir siga, at til ber at fyrireika seg til Sement við at luttaka á Ment, sum er eitt ókeypis tiltak, har tú fært góða ráðgeving og feedback frá Mikael Blak og Torleik Mortensen. Les meir um Ment á www.torsgota.fo

Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis sjónvarp frá undanumførunum og finaluni. 

 

Treytir

Kappingin er ætlað føroyskum tónleikarum og bólkum. Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru hesar:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum

  • Hvør framførsla er á 15 minuttir

  • Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður

  • Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum

  • Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki

 

Myndir frá Sement, sum myndamaðurin Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040