Svøríki eitt fet nærri NATO

Svøríki eitt fet nærri NATO
Turkaland hevur góðkent svensku umsóknina, men enn vantar Ungarn
Turkiska tingið samtykti í gjárkvøldið at góðtaka Svøríki sum nýtt limaland í Nato
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.01.2024 - 15:47

Sviar fingu í morgun boðini um, at landið nú er eitt fet nærri at gerast partur av verjusamgonguni NATO. 

Tí eftir at hava bíðað í hálvtannað ár, góðkendi turkiska tingið í gjárkvøldið, at Svøríki kann fáa NATO-limaskap.

Góðkenningin gevur eina lítla vón, men sviar eru hóast tað tilvitaðir um, at vegurin inn í NATO kann verða langur, sigur Anna Gaarslev, tíðindakvinna hjá danska kringvarpinum í Evropa:

 

24012024_Gaarslev_1

 

Nógvar royndir hava verið gjørdar at fáa Turkaland at góðtaka svenskan Nato-limaskap. Henda myndin er frá Nato-toppfundinum í fjør, tá Jens Stoltenberg, aðalskrivari og Ulf Kristersson, forsætisráðharri, høvdu fund við turkiskan forsetan, Erdogan.  (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Ein annar stórur spurningur í Svøríki er Ungarn. Tí Ungarn er nú einasta landið, sum framvegis ikki hevur góðkent Svøríki sum land nummar 32 í NATO

Forsætisráharrin í Ungarn, Viktor Orban, bjóðaði í gjár svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristerson, á vitjan, har teir báðir kunnu samráðast um svenskan limaskap í NATO.

Hetta dámar svium illa, sigur Anna Gaarslev:

 

1401204_Gaarslev_2

 

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, fegnast um góðkenningina hjá Turkalandi av svenskum limaskapi í NATO, og mælir Ungarn til at gera tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018