Pólland: Nýggja stjórnin fer at loyva fosturtøku

Pólland: Nýggja stjórnin fer at loyva fosturtøku
Donald Tusk, forsætisráðharri, ætlar at leggja fram uppskot um, at kvinnur kunna keypa fosturtøkutablettir uttan ávísing frá lækna
Donald Tusk er nýggjur forsætisráðharri í Póllandi. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
25.01.2024 - 08:30

Donald Tusk, sum herfyri tók við sum forsætisráðharri í Póllandi, fer at broyta strongu lógirnar um fosturtøku í landinum.

- Vit eru til reiðar at leggja uppskot fyri tjóðartingið um lógliga og trygga fosturtøku til 12. viku, segði Tusk í gjár.

Hann legði aftrat, at semja er ikki í stjórnini, sum er mannað við trimum flokkum, m.a. kristin-konservativa flokkinum Triði vegurin.

Tusk ætlar at leggja fram uppskot um, at kvinnur kunna keypa fosturtøkutablettir uttan ávísing frá lækna. 

Í 2021 setti konservativa stjórnin í gildi strangar lógir um fosturtøku.

Síðani hava so at sita øll sløg av fosturtøku verið bannað í Póllandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979