Fleiri milliónir til almenna bygging

Fleiri milliónir til almenna bygging
Enn ein almenn bygging skal hava fleiri pengar enn av fyrstan tíð vóru játtaðir
Byggingin er nakrar mánaðir seinkað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2024 - 05:57

Enn ein almenn bygging skal hava fleiri pengar enn av fyrstan tíð vóru játtaðir.

Nú er talan um sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum.

Í 2022 læt løgtingið 54 milliónir til byggjaríið.

Nú biður Almannaráðið um tvær milliónir aftrat.

Indeksregulering, tað er at justera prísir, kostar 800.000 kr. meira, longd byggitíð 800.000 kr. og biðið er um 400.000 kr. í eyka tiltakspeningi.

Sambært galdandi tíðarætlan skuldi byggingin vera liðug um ein mánað, men hetta verður seinkað nakrar mánaðir.

Tær tvær milliónirnar, biðið er um nú, eru tøkar í fíggjarlógini fyri 2024, sigur Almannaráðið.

Tað eru tær, tí sambýlið á Mýrini bleiv bíligari enn mett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533