Ungarn kortini til reiðar at hjálpa Ukraina

Ungarn kortini til reiðar at hjálpa Ukraina
ES hevur lagt stórt trýst á Viktor Orban, forsætisráðharra, og tað hevur eftir øllum at døma at gjørt mun
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, hevur hálsað um og er nú fyri, at ES játtar milliardir til Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2024 - 15:05

Ungarska stjórnin er nú til reiðar at seta milliardir av í stuðli til Ukraina á fíggjarlógini hjá ES.

Tað skrivar Balázs Orban, sum er politiskur stjóri hjá Viktor Orban, forsætisráðharra, á sosiala miðlinum X.

Í desember brúkti ungarski forsætisráðharrin annars sýtingarrættin móti uppskotinum hjá ES um at játta umleið 373 milliardir kr. í okkara peningi til krígsherjaða Ukraina. 

Tað fekk øði í aðrar ríkis- og stjórnarleiðarar í ES, sum taka undir við hjálparpakkanum.

Nú hevur Ukraina eftir øllum at døma hálsað um.

 

Vil hava neyðbremsu

Balázs Orban vil kortini hava eina neyðbremsu, soleiðis at Ungarn fær møguleika at broyta støðu.

Tað hava hini ES-londini langt síðani víst aftur.

Politiski stjórin hjá Orban, forsætisráðharra, leggur dent á, at ES hevur lagt trýst á ungarsku stjórnina um at broyta støðu í málinum.

Fyrr í dag frættist, at ES-londini arbeiða við eini ætlan um at skaða ungarska búskapin við ymsum tiltøkum, so Ungarn ikki aftur brúkar sýtingarrætt síni móti hjálparpakkanum til Ukraina.

Málið kemur til viðgerðar á ES-toppfundinum hósdagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018