Svøríki gevst eisini at stuðla ST-felagsskapi fyri palestinsk flóttafólk

Svøríki gevst eisini at stuðla ST-felagsskapi fyri palestinsk flóttafólk
Peningurin, sum er markaður til UNRWA, skal í staðin latast øðrum humaniterum hjálparfelagsskapum
UNWRA er ST-felagsskapur, sum hjálpir palestinskum flóttafólkum. Nú eru fleiri lond givin at stuðla felagsskapinum, tí tað er komið undan kavi, at ST-hjálparfólk vóru við í palestinska álopinum á Ísrael 7. oktober. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
31.01.2024 - 08:48

Eisini Svøríki gevst nú stuðla ST-felagsskapinum fyri palestinsk flóttafólk, UNRWA. 

Tað sigur svenski almannamálaráðharrin, Johan Forssell.

Peningurin, sum er markaður til UNRWA, skal í staðin latast øðrum humaniterum hjálparfelagsskapur, sigur hann.

Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, at fíggjarligi stuðulin hvørvur, siga fleiri ST-felagsskapir í felags fráboðan.

- At steðga útgjaldi til UNRWA er vandamikið og ger, at humanitera skipanin í Gasa søkkur saman, og tað fer at hava álvarsligar avleiðingar fyri hersetta palestinska økið og allan landspartin í langa tíð, skriva ST-leiðararnir í fráboðanini, sum var send út í gjárkvøldið.

 

Fleiri lond givin at stuðla

Svøríki er eitt av fleiri londum, sum hava steðgað stuðlinum til UNRWA eftir skuldsetingar um, at fleiri starvsfólk hjá felagsskapinum vóru við í álopinum á Ísrael 7. oktober í fjør.

- Skuldsetingarnar um, at tey hava verið vð í andstyggiligu álopunum, eru ræðuligar. Sum António Guterres, ST-aðalskrivari, hevur sagt, verður eitt og hvørt starvsfólk í ST, sum var uppií, drigið til svars, skriva ST-leiðararnir.

 

Á hungursmarkinum

- Men hetta forðar ikki einum stórum felagskapi at hjálpa fólki, sum eru í ringastu neyð. Ræðuligu hendingarnar í Gasa eftir 7. oktober hava gjørt hundraðtúsundtals fólk heimleys, og tey eru á hungursmarkinum. UNRWA hevur veitt teimum mat, skjól og verju, samstundis sum hjálparfólk eru flýdd og dripin. Heimurin kann ikki svíkja fólkið í Gasa, tá ið á stendur, siga altjóða leiðararnir. 

Millum tey, sum hava skrivað undir fráboðaninia eru Martin Griffiths, ST-neyðhjálparsamskipari, Volker Türk, mannarættindakommisserur, Filippo Grandi, stjóri fyri IAEA, Cathrine Russel, stjóri fyri Unicef, og Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóri í heimsheilsustovninum WHO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945