Støðudagføring: Kambur er sokkin, og tveir menn eru enn saknaðir

Støðudagføring: Kambur er sokkin, og tveir menn eru enn saknaðir
Leitað verður enn eftir báðum monnum, 47 og 57 ár, sum ikki eru komnir afturíaftur eftir at frystilínuskipið Kambur fyrrapartin sakk 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi
Kambur er nú sokkin
Mynd: Savnsmynd  
 
06.02.2024 - 12:41

Tveir mans, ið eru 47 og 57 ára gamlir, eru ikki komnir afturíaftur, eftir at frystilínuskipið Kambur í morgun fekk ein sjógv og síðani sakk í ein útsynning úr Akrabergi. 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at 16 mans vóru við Kambi, og at 14 eru bjargaðir, og teir eru allir á Suðuroyar sjúkrahúsið. 

"Menninir, ið eru bjargaður, prátaðu og gingu sjálvir, men lítið er at ivast í, at teir hava verið kaldir og illa fyri," greiðir Jón Klein Olsen frá. 

 

Flogfar á veg at hjálpa við leitingini

Sambært Edvardi Bjarnasyni, leiðara á MRCC-støðini, so samskipar Brimil leitingina saman við skipunum, sum vóru hjá Kambi, tá Kambur sakk. Tey eru Breiðanes, Sandshavið og Hamranes.

Bjargingartyrlan er eisini á staðnum. 

Eitt serútgjørt flogfar hjá donsku sjóverjuni er á veg á staðið at hjálpa til við leitingini eftir saknaðu monnunum. 

 

Gekk sjótt

Tað gekk skjótt, tá Kambur fekk ein sjógv og sendi út neyðarkall í morgun.

Tann seinasti maðurin, sum varð bjargaður av Kambi, helt sær fastan á skipssíðuni í tríggjar tímar, áðrenn hann varð bjargaður. Maður var í vanligum klæðum, tí hann náddi ikki í bjargingardraktina. 

"Útlitini at finna fólk á lív minkar, so hvørt tímarnir ganga," ásannar Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC-støðini.

"Um menninir eru í bjargingardraktum, so kunnu teir klára seg í fleiri tímar í sjónum. Men eru teir í vanligum klæðum, so klára teir seg ikki nógvar tímar í sjónum."

Hoyr samrøðurnar við Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør, og Edvard Bjarnason, leiðara á MRCC-støðini, her. 

TIL_NET_KAMBUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221