Lønin hækkar og tænastumannaeftirlønin fer í søguna

Lønin hækkar og tænastumannaeftirlønin fer í søguna
Løgtingsforkvinnan hevur fingið álit frá arbeiðsbólki, sum hevur viðgjørt lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum
Arbeiðsbólkurin handaði í dag løgtingsforkvinnuni álitið um lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum.
 
16.02.2024 - 14:10

Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum skal verða í framtíðini.

Størstu broytingarnar eru, at lønin hækkar úr 34. lønarflokki upp í 36. lønarflokk eftir tænastumannastiganum, men samstundis verður tænastumannaeftirlønin tikin av og løgd um til eina vanliga 15 prosent eftirlønarskipan.

 

Jógvan Amonsson hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skattafría kostnaðarískoytið upp á 2.000 kr. um mánaðin verður eisini strikað.

Lønarsamsýningin hjá løgtingsfólkum verður sambært uppskotinum hækkað úr lønarflokki 34, sum í løtuni er  46.375 kr., upp í lønarflokk 36, sum er 53.058 kr. um mánaðin hjá tænastumonnum landsins.

 

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Jógvan Amonsson, formann í arbeiðsbólkinum: 

 

Amonson_til_net

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur, at uppskotið er áhugavert. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur, at uppskotið til broyting í samsýningum og eftirløn til løgtingsfólk er eitt gott grundarlag at broyta galdandi skipan:

 

BJort_um_alit

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í gildi eftir næsta løgtingsval

Bjørt Samuelsen fer nú at samskifta við flokkarnar í løgtinginum um, hvussu farast skal víðari við málinum.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at broytta skipanin kemur í gildi eftir næsta løgtingsval. Broytingarnar fáa onga ávirkan á lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólkum í hesum valskeiðnum.

Álitið frá arbeiðsbólkinum kann lesast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846