Solby fer at samskipa oyggjaleikirnar

Solby fer at samskipa oyggjaleikirnar
Solby A. Christiansdóttir tekur við starvinum 1. mai
Solby A. Christiansdóttir, sum er sett sum samskipari, og Elin H. Joensen, forkvinna í ÍSF. (Mynd: ÍSF)
 
28.02.2024 - 14:18

Solby A. Christiansdóttir er sett í starvið at fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.

Tað upplýsir ÍSF.

Høvuðsuppgávan hjá samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum  fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingarnar skulu leggjast til rættis.

Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini.

 

Innihald og karmar

Samskiparin skal samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar, og hon fær ábyrgdina av øllum logistikki - bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya, sigur ÍSF.

Solby A. Christiansdóttir er útbúgvin journalistur og hevur m.a. starvast í Kringvarpinum í 15 ár.

Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari og venjari, og í Kringvarpinum hevur hon eisini arbeitt við ítrótti.

Solby A. Christiansdóttir tekur við starvinum sum samskipari av oyggjaleikunum 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329