Betri Banki: 286 milliónir krónur í avlopi fjør

Betri Banki: 286 milliónir krónur í avlopi fjør
Betri Banki hevði eitt yvirskot uppá 286 milliónir krónur í fjør. Tað boðar bankin frá í sambandi við ársroknskapin fyri 2023, sum bleiv almannakunngjørdur fríggjadagin.
Betri Banki
 
03.03.2024 - 13:43

Betri Banki hevði eitt yvirskot uppá 286 milliónir krónur í fjør. Tað boðar bankin frá í sambandi við ársroknskapin fyri 2023, sum bleiv almannakunngjørdur fríggjadagin.

Úrslitið áðrenn skatt var eitt yvirskot uppá 347 milliónir krónur.

Eginpeningurin hjá bankanum er nú 2,3 milliardir krónur og solvensprosentið er 35 prosent.

"Tað er umráðandi fyri menningina av føroyska samfelagnum, at bankin hevur eitt trygt kapitalgrundarlag og høgan eginpening. Hetta er neyðugt fyri at nøkta fíggingartørvin hjá bæði fyritøkum og privatkundum.", sigur Jean Djurhus, forstjóri í tíðindaskrivi.

Bankin letur 40 milliónir krónur í vinningsbýti til móðurfelagið.

Betri Banki væntar, at úrslitið fyri í ár verður heldur lakari enn í fjør. Orsøkirnar til hetta eru, at renturnar helst fara at lækka aftur og útlit eru fyri, at vøksturin í føroyska búskapinum verður minni enn seinastu árini, sigur bankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858